HEIM
06.05.2016

Bátatreff í Søldarfirði

Aftur í ár skipar Kongshavnar Frítíðarsiglarar fyri bátatreffi í Søldarfirði. Tiltakið byrjar fríggjakvøldið 6. mai og er upphiting til bátafestivalin á Toftum, sum er leygardagin 7. mai.

Klokkan 17-24 er møguleiki at fara í heitar pottar.

Kl. 19 bjóðar borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen vælkomin.

Kl. 19 grilla vit pylsur og búffar, okkurt leskandi verður afturvið.

Tá liðugt er at eta, verður felagssangur har eitt harmonikulið spælir undir.

Leygarmorgun verður morgunbreyð at fáa, áðrenn kósin verður sett í Skálabotn kl. 12, har bátarnir fylgjast út á Toftir.