HEIM
24.04.2019

Bátatreff í Søldarfirði 3. mai

Eins og undanfarin ár bjóða Kongshavnar Frítíðarsiglarar til bátatreff í Søldarfirði fríggjakvøldið áðrenn Bátafestivalin á Toftum.

Tiltakið byrjar kl. 18.00, og R7 sendir aftur í ár frá tiltakinum.

Atgongumerkið kostar fyri vaksin kr. 100 og fyri børn kr. 50. Atgongumerkið er samstundis ein lutaseðil. Vinningurin, sum er eitt gávukort á kr. 1.000 frá Berglon, verður drigin nakað áðrenn tiltakið endar.

Íroknað atgongumerkið er, matur, el og vatn til bátar og campingvognar.

Møguleiki er at keypa drykkjuvørur í teltinum. Einans kontant.

Harmonikuspælararnir Bjartur Skibenes, Sverri Justinussen, Símin Joensen, Sakaris Hansen og Hans Pauli Larsen seta aftur í ár sín dám á, og vit syngja við.

Tað verður møguleiki at spæla Gekk í teltinum, hjá teimum, sum hava hug til tað.

Síðan kemur gestarøðari. Í ár verður tað Hendrik Old.

Aftaná er felagssangur við harmonikutónleiki.

Tá undirhaldið er liðugt, kunnu fólk hugna sær við práti ella fara upp á gólv til bandaðan tónleik.

Morgunmatur verður leygarmorgunin kl. 9.
Um viðrar, verður kósin sett longur inneftir Kongshavn umleið kl. 11.30 og síðan tekur Bátafestivalurin á Toftum yvir.

Vís áhuga her:

https://www.facebook.com/events/2110901965646077/

Kongshavnar Frítíðarsiglarar