HEIM
22.04.2009

Bátafelagið á Skála

Felagshúsið hjá nýstovnaða Bátafelagnum á Skála verður tikið í brúk flaggdagin 25. apríl 2009 kl. 15.00. Felagið bjóðar kaffi og køkur og somuleiðis eisini okkurt gott til børnini.

Fyrireikararnir vóna at síggja nógv fólk til tiltakið.

Til at fíggja rakstur felagsins verða lutaseðlar seldir, har vinningarnir eru:

1. Lamb í heyst

2. Ræstur fiskur uml. 10 kg.

3. Turt tjógv

4. Føroysk gás til jólar

5. 2 føroyskar dunnur til jólar

6-7 Toskaflak uml. 5 kg. (2vinningar)

8-10 Kalvaspragga uml. 4 kg. (3vinningar)

11-12 Ferskur laksur uml. 5 kg.

Seðlarnir kosta kr. 10,- tó soleiðis at 15 seðlar fáast fyri kr. 100,-.

Lutaseðlarnir verða trektir 1. Juni 2009.

Fyrireikararnir vóna at síggja nógv fólk til tiltakið.