HEIM
09.05.2008

Bátafelagið á Bakka ger útferð.

Bátafelagið á Bakka ger útferð inn í Skálafjørð leygardagin 17 mei.

Bátarnir samlast uttanfyri Bakkakajina á Glyvrum kl 13.00 og sigla inn í bátahylin í Skálafirði, har teir verða frammi uml. kl. 14.30

Tiltakið er alment og skulu luttakararnir sjálvi hava mat og drekka við.
Skipað verður fyri felagssangi í teltinum. Grillir verða settar upp so møguleiki er at grilla.
Nakrir bátar koma at liggja á økinum og kunnu børn og vaksin rógva sær ein túr.
Lutaseðlar verða seldir.

Øll eru vælkomin, bæði til bátaferðina og tiltakið í Skálafirði.
Tiltakið er ókeypis og er tekning ikki neyðug.