HEIM
06.04.2011

Báta – og campingtreff í Runavík

Á Eystanstevnu verður skipað fyri báta og camping treffi í bátahylinum í Runavík.

Á Eystanstevnu, sum verður annað vikuskifti í Juni, er ætlanin at skipa fyri hugna á havnarlagnum har ymisk felags tiltøk verða fyriskipaði inni í tjaldinum, sum verður sett upp á staðnum.

Vísandi til Eystanstevnu skránnað, verður millum annað:
Nógvur góður tónleikur.
Stóri, litríki og buldrandi karnevalurin
Syngið við
Listaframsýningar
Midnáttarsamkoma
.... og mangt, mangt annað.

Um kvøldið spælir country kongurin Hallur Joensen til dans.

Alt parkeringsøkið norðan fyri frostgoymsluna verður sett av til campingvognar.

Atgongd er til streym bæði til vognarnar og til bátarnar (Tallykey)
Atgongd verður til vatn á økinum.
Atgongd verður til Wc
Atgongd verður til brúsu (i ítróttarhøllini frá kl. 10.00-12.00 hvønn dag)
Matur og drekka kann keypast á staðnum.

Bátarnir hittast út fyri Saltnes fríggjakvøldið 10.juni kl 18.30.
Campingbilar/vognar sleppa inná økið kl 18.30.
Tekning á kunningarstovuni í Runavík kunnningarstovan@runavik.fo +298 417060