HEIM
26.06.2008

Báta og Camping Treff í Heiðunum.

Eystanstevnunevndin skipar saman við Bátafelaganum á Bakka komandi vikuskiftið fyri einari bátastevnu niðri í Heiðunum.

Ætlanin er at skipa fyri dansi og hugna á havnalagnum har ymisk felagstiltøk verða fyriskipaði inni í tí stóra teltinum, sum verður sett upp á staðnum.

Økið við síðunar av teltinum verður sett av til kamping vognar og kamping bilar og bjóða vit øllum kampistum at nýta økið. Tó avmarka pláss.

Ókeypis luttøka fyri bæði kampistar og bátar.
Tekning fyri Kampingstar á Kunningarstovan í Runavík ring tlf. 417060.
Bátarnir hittast út fyri Saltnes fríggjakvøldið kl 18.00, tekning óneyðug.

Vísandi til skránna til høgru ásíðuni, verður nógv gott undirhald at fara til m.a Hallur Joensen, Marius, Jens Marni, Listaframsyning, Blitz, Angela og Hannebal og mangt mangt annað.

Skrá fyri Heiðateltið:
Fríggjadag:
21.00 – 23.00 Livandi tónleikur
23.00 – 04.00 Hallur Joensen og bólkurin Wolfgang til dans.

Leygardagin:
21.00 – 23.00 livandi tónleikur
01.00 – 04.00 Leygarkvøldið verður dansi tónleikur.