HEIM
14.02.2017

Barnamentan 2017 í Løkshøll fríggjadagin 17. februar

Fríggjadagin 17. februar verður áhugaverdur tema- og skeiðsdagur í Løkshøll við evninum "Hvussu ávirkar skermtíð og tøkni menningina hjá barninum?". Tað verður vælumtókti fyrilestrarhaldarin Mette Schatter Carendi, ið kemur at greiða frá hvat nýggjasta granskingini innan evnið týður á.

Barnsins nýtsla av fartelefonum og teldlum er helst nakað, ið foreldur flest kenna til, og kjakið um hetta fyllir meira og meira, eisini hjá fakfólkum. Mette fer at kunna og ráðgeva um, hvussu fakfólk kunnu hjálpa børnunum og foreldrunum við nýggju møguleikunum og avbjóðingunum, ið standast av nýggju tøknini.

Skeiðsdagurin hóskar væl sum ráðleggingardagur hjá vøggustovum, barnagørðum og øðrum starvsfólki, ið hava við børn at gera. Afturvið skeiðnum verður ein betri máltíð, kaffi/the og okkurt leskiligt og frískligt allan dagin. Eisini verður møguleiki at fáa eitt gott fakligt prát.

Bílegg pláss á barnaheilin@gmail.com. Eisini ber til at seta spurningar ella koma við viðmerkingum á Facebooksíðuni: "Tí verða børn bundin av skermi og tøkni - Temadagar við Mette Carendi".