HEIM
19.01.2009

Barnagarðurin á Skála reistur

Barnagarðurin á Skála er nú komin so langt, at hann varð reistur fríggjadagin. Arbeiðið upp á stovnin gongur væl, og í løtuni arbeiða sjey mans frá Búsetur uppá stovnin

Nú stovnurin er innilokaður, verður farið undir at gera bygningin lidnan uttan, og vindeygu verða sett í. Meðan tað verður gjørt, verður alt el- og hvs-arbeiði gjørt og skilaveggir uppsettur. Zacharias Leitisstein ger hvs-arbeiði, og LM Electric ger el-arbeiði. JHR-entreprenørar ger alt kloakk-arbeiði inni og úti, meðan Stoyp ger alt betongarbeiði. Búsetur stendur fyri øllum arbeiðnum og ger alt timburarbeiði.

Økið, sum stovnurin er bygdur á, var planerað var, tá vit fóru í gongd at byggja, so tann partin hevur Runavíkar Kommuna sjálv staðið fyri.

Stovnurin er 750 fermetrar í einum plani og kemur at taka ímóti 60 børnum í vøggustovu og barnagarði. Búsetur hevur gjørt projektið og tillagað tað eftir ynski frá Runavíkar Kommunu. Stovnurin verður liðugur seinni í ár.