HEIM
01.12.2013

Barnagarðurin á Mýrunum 10 ár og Maria Danielsen 25 ára starvsdag

Í ár eru 10 ár síðani at Barnagarðurin á Mýrunum varð tikin í nýtslu. Og hetta varð hátíðarhildið í barnagarðinum í samband við Mentanarvikuna.

Eisini bleiv hátíðarhildið at Maria Danielsen hevur arbeitt sum hjálparfólk í barnagarðinum í 25 ár. Maria byrjaði í Kongshavnar Barnagarði og vøggustovu og flutti við út í Barnagarðin á Mýrunum tá hann bleiv tikin í brúk í 2003.

Magnus Rasmussen, borgarstjóri handaði Mariu ein málning og takkaði fyri trúgva tænastu.

Myndarøð: {E4274F35-7879-41E6-875F-7C660FA56454}