HEIM
19.09.2008

Barnagarður á Skála

1 ár er nú liðið, síðan spakin varð settur í og farið varð í holt við byggibúningina. Nú er verulig gongd komin á byggingina, formarnir eru settir upp, og stoypiarbeiðið er byrjað. Tað er Búsetur sum stendur fyri byggingini av barnagarðinum. Hann verður klárur at taka í nýtslu um eitt ár, og pláss verður í fyrsta umfari fyri 30 børnum í teimum 2 stovunum, sum verða gjørdar lidnar í fyrsta umfari. Seinni verður barnagarðurin víðkaður við 2 stovum afturat og fer tá at kunna taka ímóti 60 børnum.