HEIM
24.02.2014

Barnaansingin hjá Runavíkar kommunu er nú dagførd innan fyrstuhjálp

Í Runavíkar kommunu eru 7 barnaansingarstovnar við íalt 95 starvsfólkum. Hesi starvsfólk hava í tíðarskeiðnum november 2013 til februar 2014 verið á fyrstuhjálparskeiði við serligum atliti til børn.

Eisini hevur verið fokus á nýtslu av hjartastartara, nú Runavíkar kommuna ger íløgu í 10 hjartastartarar, sum vera settir upp á skúlum og ítróttarøkjum hjá kommununi.

Fyrstuhjálparskeið og hjartastartarar er mál hjá HTU-nevndini, sum fyriskipar trygdararbeiði: heilsa, trygd og umhvørvi.

HTU-nevndin og tilhoyrandi bólkar fór til verka í februar 2013 og arbeiða eftir lóggávuni hjá Arbeiðseftirlitinum.

Vit fegnast um, at vit hava fingið skipaði viðurskifti á hesum økinum og fara framhaldandi at skipa fyri neyðugum skeiðum fyri starvsfólkunum.