HEIM
22.12.2017

Bannað at brenna spillolju

Runavíkar kommuna vil upplýsa, at spillolja skal handast til eitt góðkent spilloljuverk, og tað er bannað at brenna spillolju aðrastaðni. Spillolja er vandamikið burturkast, og har krevst ein umhvørvisgóðkenning fyri at tað skal verða lógligt at brenna spillolju. Umhvørvisstovan umsitur góðkenningina. Spillolja kann latast til IRF, sí www.irf.fo.

Runavíkar kommuna er varug við, at spillolja verður brend í fýrum, sum ikki eru góðkend av Umhvørvisstovuni. Spillolja kann innihalda blýggj, cadmium, krom, vanadium, nikkul, svávul, PAH (polyaromatiske hydrocarbonir) og PCB (polychlorerað biphenol) ið øll eru skaðilig fyri livandi verur, luft, jørð, vatn og hav. Í lóggávuni stendur, at einhvør, sum handfer ella burturbeinir serliga dálkandi burturkast, hevur ábyrgdina av, at hetta ikki elvir til dálking ella vanda fyri dálking av luft, jørð, vatni og havi.

Tað er tó loyvt at brenna burturkast, sum ikki er dálkandi, í eldstaði og smáum ovnum.

Kelda:

Kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995

Løgtingslóg um umhvørvisvernd nr. 134 frá 29. oktober 1988

www.us.fo

www.mst.dk