HEIM
07.06.2013

BankNordik er høvuðsstuðul hjá Faroexpo

Aftur í ár verður BankNordik høvuðsstuðul hjá vinnustevnuni Faroexpo, sum verður í Runavík í døgunum 23. – 25. oktober. Endamálið við Faroexpo er at styrkja sambandið millum fyritøkur kring landið umframt millum føroyskar og útlendskar fyritøkur.

"Vit fegnast um, at BankNordik enn einaferð hevur valt at vera høvuðsstuðul hjá Faroexpo og sostatt er við til at tryggja grundarlagið undir vinnustevnuni," sigur Símun Hammer, stjóri í VRG, sum samskipar Faroexpo. Hann sigur, at luttakararnir kunnu vænta sær eina sera áhugaverda og fjølbroytta skrá á stevnuni komandi heyst.

Faroexpo 2013 er níggjunda stevnan í røðini og verður skipað sum ein almenn ráðstevna og eitt partenariat, ið gevur fyritøkum møguleika at menna verandi samstarv og at knýta nýggj sambond.

Leivur Højgaard, deildarstjóri í BankNordik, metir Faroexpo vera eitt frálíkt høvi hjá føroyskum vinnulívi at skapa nýggj handilssambond við føroyskar og útlendskar veitarar. "Vit virka í tøttum samstarvi við føroyskt vinnulív, og stuðulsavtalan við Faroexpo er ein natúrligur liður í ætlan okkara um at stuðla undir og skapa nýggjar møguleikar fyri vinnulívið her á landi," sigur Leivur Højgaard.

Partenariatið verður í ár hildið í ítróttarhøllini á Skála, av tí at ítróttarhøllin í Runavík, sum vanliga er karmur um partenariatið, er undir um- og útbygging. Almenna ráðstevnan verður tó aftur í ár hildin í Løkshøll. Stevnan hevur havt avbera góða undirtøku seinastu árini, og fyrireikararnir vænta eisini stóra luttøku í ár.