HEIM
26.09.2009

Bakkafrost ársins virki

Bakkafrost á Glyvrum varð kosið ársins virki á Vinnudegnum, sum Vinnuhúsið skipaði fyri. Avgerðin fall í Norðurlandahúsinum í gjár.
Bakkafrost fekk nógv rósandi orð í grundgevingini. M.a. varð sagt, at Bakkafrost hevur staðið seg væl seinastu nógvu árini, hóast alivinnan til tíðir hevur verið hótt.

Virkið hevði 37 milj. kr. í avlopi í fjør. Eginognin er 257 miljónir kr., og umleið 300 fólk starvast á virkinum.