HEIM
23.07.2011

Bakandi sól og sólbrendir luttakarar – Júst sum at verða á marknaðardegi sunnanfyri!

Sera væleydnað laksa- og sølutorg í Runavík

Í dag varð skipað fyri árliga summar tiltakinum við stóra Laksa- og Sølutorginum í Runavík, sum Kunningarstovan í Runavík og Runavíkar kommuna skipaðu fyri. Tiltakið var frá kl. 10.00-16.00

Í góðveðrinum leitaðu sera nógv fólk sær á torgið í Runavík, har nógv spennandi var at uppliva.

Fólk kundu fáa sær ein ókeypis vælsmakkandi bita við laksi og øðrum sjógóðgæti, sum Sjócafein í Runavík borðreiddi við, fiskurin kom frá Bakkafrost á Glyvrum.
Høvi var eisini at keypa ymisk sløg av fiski heim við.

Ein lítil djóragarður var at síggja, her vóru millum annað: kaninir við ungum, ein ær við lombum, ein prátingarsamur pappageykur, eisini vóru ross á økinum har børnini nýttu høvi at ríða ponyríðing.

Café, fiskibrunnur, loppu- og leikamarknaður, køkutombola, andlitsmáling, møblamarknaður og nógv annað var skránni.

Nógv ymiskt undirhald var á pallinum á torginum henda dagin.
Kári Sverrisson sang og spældi, seinni spældi og sang Lív Næs.

Barnatiltak var fyrst við Angelu og Hannibal, síðani við Sasho, Haraldi og Beinir, sum øll dugdu sera væl at fanga børnini.

Ein brotssparkakapping var á økinum, Gango málmaðurin hjá NSÍ var í málið og tað vóru fleiri, sum bjóðaðu kenda málmanninum av - ung sum eldri.

Spennandi listaframsýning við Harry Knudsen lat upp í býráðssalinum hjá Runavíkar kommunu, har nógv fólk leitaðu sær inn. Listaframsýningin verður hangandi í nakrar dagar afturat og tey sum ikki náddu inn í dag eru vælkomin teir næstu dagarnar meðan Kunningarstovan hevur opið.

Endamálið við Laksa- og Sølutorginum er at skapa trivna fyri fólki í økinum og sjálvandi øðrum við, og sigast má at hetta eydnaðist sera væl. Fólk hugnaðu sær óført í góðveðrinum og fleiri fóru sólbrend heim aftaná dagin í Runavík.

Fyrireikararanir og luttakararnir á torginum eru sera væl nøgdir við dagin. Tiltakið Laksa- Sølutorg í Runavík hevur fingið størri undirtøku, sum árini eru farin, og vónandi far hetta tiltak líka góða undirtøku komandi ár.

Fyrireikarnir leggja afturat at longu nú ber til at tekna seg til at hava søluborð á Laksa og Sølutorginum 2012 við at seta seg í samband við Kunningarstovuna í Runavík

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/11C557A5-7726-482A-AA03-E23459D6F906.jpg
Attachment2: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/58682735-B142-437E-A928-60D533BD2400/11C557A5-7726-482A-AA03-E23459D6F906.jpg
Attachment3: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/C43BF803-0D11-4BFD-BF6E-3B7EC8B249AF/11C557A5-7726-482A-AA03-E23459D6F906.jpg