HEIM
28.01.2020

Avmarkaðir parkeringsmøguleikar í ”Grótbrotinum”

Til viðskiftafólk og onnur, ið nýta parkeringsøkið við Bónus!

Orsakað av omanlopi á parkeringsøkinum, er neyðugt at gera umvælingar á bergið.
Tí verður neyðugt, at avbyrgja ein part av parkeringsøkinum komandi tíðina. Hetta fyri at verktakarin kann fremja trygdararbeiðið á bergið á tryggasta hátt.
Arbeiðið byrjar í seinasta lagið mánadagin 3. februar.

 Arbeiðsgongdin er lutvíst at beina burtur leyst grót, bora og festa akkersboltar og net - javnlíkt netinum, sum longu nú eru at síggja ymsastaðni á berginum.

 Arbeiðið verður mett vandamikið, og tí er alneyðugt, at trygdin fyri bæði almenningin og arbeiðsfólkið, ið fremur arbeiðið, er í lagi.

Avbyrgingar og leiðbeiningar frá arbeiðstakara skulu vera tiknar í størsta álvara.

Sum myndin vísir, so verður arbeiðsgongdin framd í trimum stigum, tískil er eingin nágreinilig tíðarætlan.

 Tí fara vit at heita á øll um at vísa varsemi og nýta aðrar parkeringsmøguleikar.

 Til langtíðarparkering verður víst til parkeringsøkið á havnalagnum, har tíðaravmarkingin er broytt til 8 tímar í millum kl. 9.00-18.00.

Runavíkar kommuna harmast um teir ampar, ið fylgja við hesum arbeiði og vónar ein góðan samstarvsvilja frá øllum, ið nýta parkeringsøkið.