HEIM
10.04.2014

Aslaug skal fyrireika yvirtøku av heimatænastuni og eldraøkinum fyri kommunurnar við Skálafjørðin

Tíðindaskriv:

Í sambandi við, at kommunurnar yvirtaka heimatænastuna og eldraøkið frá 1. januar 2015, hava Runavíkar -, Sjóvar- og Nes kommunur heitt á Aslaug Gisladóttir um at standa á odda fyri fyrireikingararbeiðinum.

Í des 2013 avtalaðu kommunurnar kring Skálafjørðin at fara undir eina tilgongd, har tær í felag skulu samstarva um heimatænastuna og eldraøkið, um tað sum ætlað bleiv lagt út til kommunurnar at umsita. Løgtingið hevur nú endaliga samtykt, at útleggingin verður framd 1. januar 2015.

Yvirtøkan áleggur kommununum nógv fyrireikingararbeiði. Í hesum sambandi hava kommunurnar kring Skálafjørðin heitt á Aslaug Gisladóttir um at standa á odda fyri hesum arbeiði.

Aslaug Gisladóttir kemur at virka sum verkætlanarleiðari og ráðgevi hjá samstarvskommununum, Runavíkar-, Sjóvar- og Nes kommunu, í innleiðandi fyrireikingini av yvirtøkuni av heimatænastunum og eldraøkinum sum heild.

M.a. fevnir arbeiðið um:
- at samskipa og verða við til at gera eina yvirordnað samstarvsavtalu, millum kommunurnar, at lata Almannaráðnum 1. maj 2014.
- at umboða kommunurnar í viðkomandi høpi, har útleggingin verður viðgjørd og vera kontaktpersónur hjá kommununum mótvegis viðkomandi samstarvspørtum, miðfyrisitingini vm. eftir avtalu við kommunurnar.
- at skipa fyri statusfundum har gongdin í verkætlanini verður fyriløgd kommununum og virka sum skrivari
- at fyrileggja møgulig politisk mál til avgerðar til Runavíkar-, Sjóvar- og Nes kommunu í felag og tryggja at møgulig skjøl verða send øllum kommunum.

Aslaug Gisladóttir er ættað av Skála og býr Innan Glyvur, er gift og eigur 3 børn. Hon er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur m.a. arbeitt sum projektleiðari í Bank Nordik í fleiri ár.

Runavíkar kommuna Sjóvar kommuna Nes kommuna

Aslaug skal fyrireika yvirtøku