HEIM
05.07.2018

Asfaltering á havnarlagnum

Runavíkar kommuna er nú farin undir at asfaltera á havnarøkinum í Saltangará. Nakað er fráliðið síðani meginverkætlanin við nýggju bryggjuni undir Høgabóli var liðug, og á býráðsfundinum seinasta hóskvøld varð samtykt, at fara undir asfalteringina ímillum vegin og betongdekki inn frá bryggjukantinum. Samtykt var eisini at fara undir at fáa ravmagnsarbeiðið gjørt. EM-Asfalt er longu farið undir at asfaltera, og útbjóðingartilfarið ravmagninum viðvíkjandi er um at vera liðugt.

Leingi hevur verið ætlanin at asfaltera kring um flakavirkið hjá Faroe Origin. Hetta kom í drag í fjør, men nú fer EM-Asfalt undir at asfaltera alt virkisøkið uttandurað. Høgligast er at gera hetta arbeiðið, meðan virkið liggur stilt, nú arbeiðsfólkið fer í summarfrí, tí verður farið undir hetta arbeiðið fyrsta dagin.

Skrivað varð undir hendan sáttmálan ímorgun. Borgarstjórin og Edvard Mikkelsen, stjóri, skrivaðu undir, og tá var myndin tikin.