HEIM
30.10.2007

Ársins Barnatiltak

Í sambandi við Faroexpo 2007 og Mentanarvikuna í Runavík verður skipað fyri Ársins Barnatiltaki í ítóttarhøllini í Runavík sunnudagin 4. november kl. 16.00.

Tey sum luttaka eru: Trølla Pætur, Omman, Ommudidd, Politistarnir Erling og Jógvan og ein forvitnisligur Eldspýtari. Harafturat vitjar Bassi við gávum til børnini.

Atgongumerki á 80 kr. fáast við dyrnar 1 tíma áðrenn tiltakið.