HEIM
03.10.2008

Ársins barna- og ungdómstiltak !

Mentanarvikan 2008 í Runavík endar við ársins størsta og mest spennandi barna- og ungdómstiltaki í Føroyum!

Undanfarnu árini er vorðin siður at enda Mentanarvikuna við einum stórum tiltaki, ið serliga er ætlað børnum. Í ár hava fyrireikararnir lagt seg eftir at gera skránna so fjølbroytta og spennandi, at øll – ung sum gomul – fáa eina heilt serliga uppliving í ítróttarhøllini í Runavík sunnudagin 26. oktober.

Mest forkunnuga vitjanin verður óivað danin Lars Lottrup, ið ikki er hvør sum helst. Hevur tú ikki hoyrt um hann, er tað allarhelst tí, at hann er sera torførur at fáa fatur á, tí tá ið hann ikki súkklar undan tær á eitthjólaðari súkklu, hevur hann tað fyri at goyma seg inni í einari stórari ballón.

Lars Lottrup er danmarksmeistari í eitthjólaðari súkkling, og hevur undirhildið við stóru ballónini hjá sær í átta ár. Í Danmark er hann kendur frá Zirkus Nemo, og hann hevur ferðast víða kring heimin, millum annað í Kina og Amerika, umframt meginpartinum av Evropa.

Nýggi og vælumtókti gentubólkurin FAROE 5 verður eisini á pallinum. Tað eru Jónvá Ellingsgaard, Lillian Dalsgaard, Asta Højgaard, Ragnhild Dam og Vígdis Fjallstein, ið manna fyrsta føroyska gentubólkin nakrantíð. Við hittunum "Bara 1 spæl" og "Tú fert altíð at vera har" hava tær longu sungið seg inn í hjørtuni á nógvum føroyingum, og fyrst í november mánaði er ætlanin, at FAROE 5 geva sína fyrstu fløgu út.

Harafturat verða dansigenturnar Katrin & Diana á skránni. Katrin og Diana er tvær ungar toftagentur, ið hava gingið á dansiskúlanum Stepz í Keypmannahavn, har tær hava lært tað nýggjasta nýggja innan dansiheimin, so tað verður spennandi at síggja.

Eins og undanfarin ár verður Bassi sjálvandi aftur á staðnum, og hann plagar altíð at hava okkurt gott við til børnini. Eir í Ólavsstovu og Lív Reinert Kjeld verða vertir á tiltakinum, sum verður í ítróttarhøllini í Runavík sunnudagin 26. oktober kl. 17:00. Tiltakið verður hálvanannan til tveir tímar til longdar, og atgongumerkini, sum kosta 100,- fáast við dyrnar frá kl. 16:00.