HEIM
07.02.2017

Ársaðalfundur hjá ítróttarfelagnum Svanur

Ársaðalfundur felagsins verður á verkhúsinum Stíggjur í Saltangará, mánakvøldið 13. februar 2017 kl. 19.

Skrá sambært lógum felagsins:
1. Val av orðstýrara
2. Frágreiðing frá formanninum
3. Innkomin uppskot
4. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum ársroknskapi
5. Val av nevndarlimum og varalimum, sum standa fyri vali
6. Val av grannskoðara
7. Ymiskt.

§4
Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 10 dagar undan aðalfundinum. Í fundarboðunum verða innkomin mál stutt endurgivin, men skulu liggja frammi í fullum líki á skrivstovu felagsins í minsta lagi 8 dagar undan fundinum.

Møtið fjølment!

Nevndin