HEIM
29.04.2016

Arnold Eyvindsson hugleiðir um sjólív og hendingar á leiðini.

Týsdagin 3. mai klokkan 15.00 vitjar Arnold Eyvindsson á bókasavninum við Løkin. Hann fer at hugleiða og minnast upplivingar m.a. frá sínum áhugaverda sjólívi.

Tiltakið á bókasavninum er partur av eini røð av hugnaligum og upplýsandi seinnapartstiltøkum, sum Dagtilhaldið í Runavíkar kommunu og Bókasavnið við Løkin samstarva um. Umframt hugleiðingar frá Arnoldi, so er prát og drekkamuður í hásæti. Eini tveir felagssangir verða eisini sungnir. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Arnold Eyvindsson er føddur í 1947 og uppvaksin í Hvalba. Sum 15 ára gamal fór hann til sjós. Tá gekk leiðin heilt til New Foundland. Seinni tók hann prógv sum skipsførari á sjómansskúlanum og fór út í heimin at sigla. Ein av mongu upplivingunum hjá Arnoldi er frá tá hann hitti Gadaffi, leiðaran í Libya. Einaferð bjargaði hann eisini 25 finnlendingum úr vanda undir krígnum millum Ísrael og Egyptaland. Í Føroyum er Arnhold eisini kendur sum trúfastur ferðaleiðari, tá útlendsk ferðafólk vitja landið. Herfyri hoyrdu vit Tórða Mikkelsen í Kringvarpinum gera samrøðu við Arnold í sendingini Við Tórði á sjómannatúri í Íslandi. Arnold er skemtiligur og dugir sera væl at greiða frá.

Hetta er fjórða ferðin at slíkt tiltak er á skránni hjá bókasavninum henda veturin. Uppmøtingin má sigast at hava verið sera góð, tá talið hevur ligið um 40 til 50 fólk hvørja ferð.

Les meira um bókasavnið og tiltøk á www.lokin.fo