HEIM
14.03.2007

Árliga fimleika framsýningin hjá Støkk

Komandi vikuskiftið verður árliga fimleikaframsýningin hjá Støkk í ítróttarhøllini í Runavík. Leygardagin 17. mars byrjar framsýningin kl. 17.00 við teimum yngru liðunum, og sunnudagin 18. mars kl. 16.00 við teimum eldru liðunum. Framsýningarnar eru mettar at vara umleið 2 tímar báðar dagarnar.

Eins og undanfarin ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at vísa fram, m.a. móðir og barn, børn 5-6 ár, vanligu liðini frá 1-10 flokk, kvinnur, reiðskapslið, estetisk kappingarlið og blandað lið við kvinnum og monnum. Undir framsýningunum verða merki og ídnisprógv handað.

Felagið skipar fyri páskareggjatombola og kaffisølu í gongini í ítróttarhøllini báðar dagarnar.

Atgongumerkjasølan byrjar 1 tíma áðrenn framsýningina. Kostnaðurin er 80 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn.

Fimleikafelagið Støkk