HEIM
08.01.2013

Annika setur spakan í fyri depli til børn og ung við fjølbreki

Í dag klokkan 14.15 setir landstýriskvinnan Annika Olsen spakan í, fyri byggingina av nýggjum depli til børn og ung við fjølbreki, við Gerðisvegi í Runavík.

Talan er um ein nýggjan stovn, sum skal hýsa einum dagtilboði til 12 børn - og eina umlættingareind til 8 børn.

Aftaná at landstýriskvinnan hevur sett spakan í, verður bjóða kaffi í Skúlanum við Løkin.