HEIM
11.11.2008

Annika Olsen: Kommunubygnaður skal umskipast

Í hesi vikuni mannar Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, nevnd, sum á ólavsøku næsta ár skal vera liðug at gera uppskot til nýskipan í kommunubygnaðinum, ið hevur til endamáls at geva øllum økjum í landinum møguleika fyri at mennast í javnvág

Ætlanin við umskipanini er at flyta tey økir, sum kunnu flytast til kommunurnar, og soleiðis fáa eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur. Fíggjarliga ábyrgdin skal fylgja avgerðarrættinum. Uppgávurnar verða loystar, so tær eru fullgóðar samfelagsbúskaparliga, men so nær borgarunum, sum til ber. Uppgávur, ið verða lagdar út, skulu kommunurnar vera førar fyri at røkja sjálvstøðugt.

Kommunala umskipanin skal vera ein samlaður pakki, hvørs endamál er at skipa eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, har kommunurnar skulu umsita tað, sum kommunalu eindirnar sjálvstøðugt eru førar fyri at umsita. Nevndin, sum verður sett at gera uppskot, verður mannað við fólkum úr viðkomandi stjórnarráðum, umboðum fyri kommunurnar og serfrøðingum.

Hon skal skjótast til ber og í seinasta lagi á ólavsøku 2009 gera uppskot um kommunueindir, millumkommunala javningarskipan, raðfesting av greiðum uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, blokkstuðul og eftirmeting.

Portalurin 11-11-2008