HEIM
08.12.2011

Annika á Kunningarstovuni

Annika Klein er sett sum avloysari á Kunningarstovuni fyri Herbjørg Jøkladal, sum er farin í barnsburðarfarloyvi. Hon er sett í tíðaravmarkað starv í 1 ár.
Annika hevur útbúgving sum cand. mag. í fjølmiðlavísindi og hevur frammanundan arbeitt í Grønlendingahúsinum í Odense. Undir útbúgving síni var hon í starvsvenjing í Kringvarpinum og á Filipsoyggjunum í samstarvi við eina útveitanarfyritøku.