HEIM
19.04.2012

Annað umfar av spurnarkappingini “Av Skipanesi til Æðuvíkar”

Hóskvøldið er aftur spurnarkapping á skránni í Løkshøll í Runavík

Seinasta hóskvøld svaraðu bygdirnar Æðuvík og Saltangará seg víðari til stóru finaluna 26. apríl.

Talan var um eitt sera væl eydnað og undirhaldandi kvøld, samansett av spurnarkapping, tónleiki, samrøðum og so sjálvandi góðum undirhaldi. Áskoðarafjøldin fór væl nøgd til húsa hetta kvøldið.

Nú hóskvøldið, 19. Apríl, kl. 20, er Løkshøll aftur karmur um spurnarkappingina, tá annað umfar er á skránni.
Fyrri dysturin er grannauppgerð millum Søldarfjørð og Lamba. Bygdirnar hava spent bogan høgt, tí báðar vilja sleppa í finaluna fyri fyrstu ferð.
Seinni dysturin er millum Glyvrar, sum skulu verja meistaraheitið frá í fjør, og Runavík.

Umframt sjálva spurnarkappingina er mentan á skránni. Á gongini sýna listafólk fram, og í hálvleikunum í spurnarkappingini eru tónleikur og samrøður á skránni.
Hvat tónleikurin fer at fevna um hesa ferð, verður ikki avdúkað enn. Eitt er vist, og tað er, at onkur av sangunum er ikki framførdur í Løkshøll fyrr.

Sum nakað nýtt verður byrjað eitt sindur fyrr hóskvøldið. Fyrireikararnir vænta og vóna, at nógv fólk kemur til tiltakið, so dyrnar lata upp kl. 19, tá høvi er at keypa atgongumerki. Kl. 19:30 fer Jóna Olsen saman við tónleikarum at syngja hugnalig løg inni í Løkshøll.

Sjálv spurnarkappingin byrjar sum vanligt kl. 20.