HEIM
28.05.2010

Anna sang fyri fullari høll

Anna Nygaard av Glyvrum, eisini kend sum føroyski x-factor luttakarin sang í kvøld í Løkshøll, saman vid kenda x-faktor orkestrinum og okkara Hjalta Joensen.
Høllin var fullsett av ungum sum eldri, og fleiri høvdu á tungu hvussu ómetaliga væl konsertin var eydna. Í fyrra umfarid sang Anna Nygaard sangirnar hon hevdi sungid til x-factor kappingina. Aftaná stødgin sang hon nakrar sangir, sum verda at hoyra á nýggju fløgu hennara, sum kemur út mánadagin.
Magnus Rasmussen, borgarstjóri handadi henni eina gávu frá Runavíkar kommunu sum hon glediliga pakkadi upp framman fyri fjøldini og vóru tad 2 málningar sum Harry Knudsen av Glyvrum, hevdi málad.
Tá konsertin var at enda komin, klappadi fjøldin Annu innaftur á pallin. Hesaferd spældu Anna Nygaard og Hjalti Joensen "Change the world" sum hevur ligid á 15 teimum bestu í fleir vikur - umframt eitt annad lag sum x-factor orkestrid eisini kom innaftur til.
Anna Nygaard, x-factor orkestrid og Hjalti Joensen fara aftur á pallin í annad kvøld, tá í Nordurlandahúsinum. Atgongumerkir til konsertina fáast á Kunningarstovuni í Runavík og á nlh.fo