HEIM
14.01.2019

Amboð á Lambareiði

Vegadeildin er krumtappurin í verkligu skipanini hjá øllum kommunum og í einari so landafrøðiliga víðfevndari kommunu, sum Runavíkar kommunu, er deildin avgerandi, fyri at ganga tørvinum í 15 bygdum á møti. Harvið skulu amboðini støðugt vera í optimalum standi. Tað hava tey ikki altíð verið, men sitandi býráð hevur ætlanir um at skipa amboðshøpið soleiðis, at allur ”amboðskassin” støðugt er í góðum standi. Viðvíkjandi kommunalum bygningum er ætlanin at fara sama veg, at seta upp eina umvælingarskrá, og fíggjarfæ samsvarandi, soleiðis, at bygningarnar hjá kommununi altíð eru í góðum standi.

Í heyst hevur Runavíkar kommuna keypt eina nýggja Huddig-maskinu fyri eina eldri langleigaða maskinu av sama merki. Í hesum sambandi hevur býráðið tikið avgerð um at eiga síni egnu amboð og ikki at leasa tey. Bert eitt langleigumál er eftir í skipanina, ein eldri bilur. Málið um Huddig-maskinuna hevur verið fyri á tveimum býráðsfundum – í oktober og í november – og tá samtykti býráðið at veita eina eykajáttan á kr. 1.850.000,- til endamálið. Maskinan er nú í brúki, og tað er hin royndi maskinførarin Súnfríður Højgaard úr Søldarfirði sum dagliga kemur at brúka hana kring um í kommununi. Súnfríður hevur í hesum árinum virkað sum maskinførari o.a. hjá Runavíkar kommunu í 30 ár.

At salta vegirnar í kulda og hálku er týðandi lutur á vetrardegi. Kommunan hevur eina avtalu við Landsverk um kavarudding á høvuðsvegunum og hevur harumframt grivið og saltað við egnum amboðum, m.a. tveimum saltingarbilum. Annar teirra var blivin 12 ára gamal, slitin í nakka, og trygd kundi ikki veitast fyri, at hann kláraði veturin av, tí valdi býráðið umvegis tvær viðgerðir – í oktober og november - at veita eina eykajáttan á kr. 470.000,- til tess at fáa til vega eitt nýtt saltingarakfar. Jógvan Kristiansen, av Skála, sum hevur verið í starvi á Vegadeildini í 19 ár, fyrst hjá Skála kommunu og nú hjá Runavíkar kommunu, hevur umframt so nógv annað tikið sær av salting av vegunum. Í seinastu viku tóku vit myndina av teimum og nýggju amboðunum, og í dag hevur nýggi saltarin av góðum grundum verið at sæð í gøtunum.