HEIM
20.03.2014

Altjóða Down Syndrom dagur 21. mars, í Skótahúsinum við Løkin og Løkshøll

21. mars er altjóða Down Syndrom dagur, og eru tann dagin ymisk tiltøk runt um í heiminum, ið hava til endamáls at varpa ljós á og kunna um Down Syndrom. Tað eru 8 ár síðan at dagurin varð hildin fyrstu ferð, og í fjør fekk dagurin formliga viðurkenning frá ST. Í ár eru Føroyar eisini komnar við. Skipað verður fyri ymiskum tiltøkum tann dagin fyri at varpa ljós á Down Syndrom her heima.

Um Down Syndrom
Tað verður mett at umleið 7 milliónir fólk í heiminum hava Down Syndrom. Eingi tøl eru fyri hvussu nógv eru í Føroyum, men sum ein tummilsregla verður eitt barn føtt um árið. Down Syndrom skyldast einum eyka kromosomi, oftast kromosom nr. 21, og uppstendur hetta tíðliga í móðurlívi. Ein veit ikki hví hetta kemur fyri. Við rætta stuðli kunnu fólk við Down Syndromi hava eitt vanligt gerandislív eins og øll onnur. Meira um dagin er at finna á heimasíðuni hjá World Down Syndrom Day www.worlddownsyndromeday.org og á heimasíðuni hjá Javna www.javni.fo, sum er felagið, sum varðar av fólki við Down Syndromi og teirra familjum.

Í Runavík verður skipað fyri tiltøkum í Skótahúsinum við Løkin og í Løkshøll. Tiltøkini eru ókeypis.

Skráin til Skótahúsið:

15:00 Borgarstjórin Magnus Rasmussen setur dagin
15:15 Ælabogin spælur
15:30 Silvi frá Norðoyar Sparikassa vitjar
16:00 Ælabogin spælur
16:15 Sigrun Wardum hugleiðir
16:30 Endi

Skráin til Løkshøll:

17:00 Elvin Weihe bjóðar vælkomin
17:15 Magna Jógvansdóttir - Hugburð til menning
17:45 Elin Løkin syngur ein sang
18:00 Slideshow
18:10 Helena Jørmundsson - mamma at barnið við Down Syndromi
18:30 Tóra við Keldu - " Lívið hevur litir"
19:00 Endi