HEIM
28.04.2010

Altjóða dansidagurin er byrjaður

Longu nú er dansidagurin byrjaður í Runavík

UNESCO hevur birt lív í ein altjóða "Dansidag", sum er settur til at vera 29. apríl. Í 2009 tók Norðurlandahúsið stig til, at í samstarvi við Dansens Hús í Keypmannahavn, skipa fyri ein dansidag í Føroyum. Dansidagurin 2009 var eitt stórt succé, bæði í fjølbroytni, góðsku og undirtøku, so í ár verður hann bæði í Runavík og í Tórshavn, við nógvum tiltøkum báðar dagarnar.
Ætlanin við degnum erat fáa flest møguligt "upp á gólv" og at varpa ljós á dansilist, sum hevur øgiliga avmarkað kór í Føroyum. Tí verða ein ørgrynna av tiltøkum – 28. apríl í Runavík og 29. apríl í Havn.
- Fyrrapartin fara dansarara úr út og geva skúlaworkshops. Eini 300 børn í Eysturoy og Streymoy, fáa dansitíma. Børnini eru í aldurbólkinum 9 – 12 ár, og lærararnir eru royndir dansilærarar.
- Á Vaglinum í Havn verður Opin Pallur kl. 15 – 16 hósdagin. Elsa Maria Bærentsen setir dansidagin, so kunnu øll sum ynskja tað sleppa framat at dansa – og ikki bara verða nakrar vinningar útlutaðir millum luttakarar, G! Festivalurin eygleiðir eisini allan dagin og kann bjóða inn væleydnaðar framførslur til G! Í summar.
- Kl. 16 – 18 verða dansisýningar á Opna Pallinum, tango, rock n’roll, indiskur dansur, føroyskur dansur, jazz, hiphop...
- Diana Jógvansdóttir hevur skapt ein felags koreografi, sum verður víst fram á Opna pallinum 29. apríl – og sum er gjørd soleiðis, at øll kunnu vera við og dansa.
- Dansifilmar verður vístir í Péché í Runavík og Kafé Kaspar í Havn. Marianna Mørkøre kemur úr London (um floglíkindi verða) og filmar og tekur myndir báðar dagarnar. Okkurt av tí verður víst fram sum partur av endasýningina í Norðurlandahúsinum 29. apríl kl. 19.30 í Norðurlandahúsinum
- Á kvøldi 28. april verður dansisýning í Løkshøll, og 29. apríl í Norðurlandahúsinum. Báðar sýningarnar verða kl. 19.30.
- Mess.fo streamar live kvøldið 28. apríl kl. 19.30 úr Løkshøll, og 29. apríl kl 15.00 á Vaglinum,
so til ber at fylgja við óansæð hvar tú ert!

Felags fyri øllum tiltøkunum er, at leggja upp til at fáa flest møguligt dansarar og onnur at møta upp og hátíðarhalda dans.
Jóna Kristin Thomsen og Alisa Hentze hava átikið sær ta listarligu leiðsluna, meðan Hedvig Westerlund-Kapnas, hevur umsitingina undir hond. Norðurlandahúsið stendur fyri, Nordeafonden og Tórshavnar kommuna stuðla. Dansidagurin er partur av www.dansensdage.dk.