HEIM
26.02.2014

ALS skipar fyri kvøldsetu á Bókasavninum við Løkin hóskvøldið 27. februar

Kvøldsetan "Ímeðan vit bíða eftir arbeiði" verður í Bókasavinum við Løkin hóskvøldið 27. februar kl. 19.00 fyri almenningum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Á kvøldsetuni verður varpað ljós á tilveruna sum arbeiðsleys/ur við m.a. framløgum, sjónleiki, gestavitjanum o.ø. Varpað verður ljós á hesi viðurskifti bæði við álvara og skemti. Bárður Persson og Jákup Dahl verða vertir á kvøldsetuni, harumframt kemur Turið Horn eisini at luttaka við fakligum innsløgum.

Les meiri um kvøldsetuna her http://www.als.fo/Default.aspx?pageid=2991&NewsItemID=3872