HEIM
20.08.2015

Almennur valfundur í Bylgjuni

Í kvøld 20. august kl. 20 sjónvarpar Kringvarpið almennan valfund úr ítróttarhøllini í Bylgjuni í Runavík.

Hesin fundurin er ein av fleiri fundum, sum verða sjónvarpaðir kring landið fram móti løgtingsvalinum.

Í kvøld verður serligur dentur lagdur á fiskivinnu- og heilsumál.

Kringvarpið vónar, at fólk møta fjølment, bæði at síggja og hoyra valevnini, og at seta teimum spurningar, tá høvi býðst.

Valfundurin byrjar kl. 20. Best er, um fólk møta í góðari tíð. Øll eru hjartaliga vælkomin.