HEIM
25.09.2012

Almennur íleggjarfundur í Løkshøll 25. september

Hesaferð vitja stjórarnir Løkshøll

Týskvøldið 25. september kann ein aftur hitta Magna Arge, Ben Arabo, Nils Sørensen, Regin Jacobsen, og Janus Petersen. Teir eru stjórar í teimum fimm listaðu fyritøkunum í Føroyum; Atlantic Airways, Atlantic Petroleum, Faroe Petroleum, Bakkafrost, og BankNordic.

Hesaferð verður tiltakið í Løkshøll í Runavík. Teir greiða fegnir íleggjarum og øðrum áhugaðum frá hálvársúrslitunum í 2012. Eisini kann ein nýta høvið at fregnast um framtíðarútlit og -ætlanir hjá fyritøkunum.

Íleggjarafundurin verður hildin í Løkshøll í Runavík týsdagin 25. september. Byrjað verður klokkan 19:00.

Fundurin er ókeypis og almennur. Øll eru hjartaliga vælkomin

Virðisbrævamarknaður Føroya