HEIM
17.05.2013

Almennur fyrilestur um sálarsjúku og sálarheilsu

Almennur fyrilestur um sálarsjúku og sálarheilsu, verður í kantinuni í Skúlanum við Løkin í Runavík.

Psykiatriski depilin skipar fyri almennum fyrilestri í kunnandi átaki um sálarsjúku og sálarheilsu.

Tormóður Stórá leiðandi yvirlækni og serlækni innan psykiatri á Psykiatriska deplinum, kemur at halda fyrilestur um evni.
Fyrilesturin verður mikukvøldi 22.mai kl. 19
Høvi verður at seta spurningar og kaffi verður í stegðinum.
Øll eru vælkomin

Psykiatriski Depilin.