HEIM
22.02.2016

Almennur fyrilestur um ótta

Í samband við kunnandi átøk um sálarheilsu og sjúku, skipar Økispsykiatriin á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum fyri fjórða fundinum í røðini.

Almenni fyrilesturin um ótta, verður á Felagsskúlanum á Oyrarbakka týskvøldið 23. februar kl. 19

Tormóður Stórá leiðandi yvirlækni og serlækni innan psykiatri á Psykiatriska deplinum, kemur at halda fyrilestur um evnið.

Høvi verður at seta spurningar og kaffi verður í steðginum.

Øll eru hjartaliga vælkomin