HEIM
01.07.2016

Almennur fyrilestur um giktasjúkur

Ulrik Tarp og Mogens Pfeiffer Jensen, sum eru millum fremstu serfrøðingarnar innan giktaøkið, hava almennan fyrilestur í Løkshøll í Runavík 2. juli.

Lívið sum giktasjúkur og sum avvarðandi hjá giktasjúkum kann hava sínar avbjóðingar. Tíbetur hevur økt vitan borið við sær, at giktasjúklingar ikki longur verða mett sum letingar, men framvegis eru avbjóðingarnar bæði stórar og nógvar. Ikki minst hjá teimum, sum eru um giktasjúk.

Tiltakið er leygardagin 2. juli kl. 16.30 í Løkshøll.

Les meira um tiltakið her