HEIM
13.11.2015

Almennur fundur um tunglyndi

Í samband við kunnandi átøk um sálar heilsu og sálarsjúku, skipar Økispsykiatriin á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum fyri næsta fundinum í røðini.

Almenni fyrilesturin um tunglyndi, verður á Felagsskúlanum á Oyrarbakka týskvøldið 24.novembur kl. 19.

Tormóður Stórá leiðandi yvirlækni og serlækni innan psykiatri á Psykiatriska deplinum, kemur at halda fyrilestur um evnið.
Greitt verður eisini frá um egnar upplivingar við tunglyndi.

Høvi verður at seta spurningar og kaffi verður í steðginum.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Økispsykiatriin/Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum.