HEIM
24.05.2016

Almennur fundur í Skála skúla, har ljós verður varpað á demens sjúkurnar

Tíðindaskriv frá Økistænastuni hjá Skálafjarðasamstarvinum

Til tess at varpa ljós á demens sjúkurnar og avbjóðingarnar, ið standast av teimum, skipar Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum fyri almennum fundi í Skála skúla týsdagin 24.05.16 kl. 19.00 - 21.30.

Tað verður Sofus Joensen, serlækni í psykiatri, sum kemur at leggja fyri, har hann greiður frá um demens sjúkurnar.

Forkvinnan í Alzheimaerfelagnum Halldis Joensen tosar um virksemið hjá Alzheimerfelagnum og avbjóðingarnar hjá familjuni, tá ein av teirra kæru fær eina demens sjúku.

Økistænastan hevur ætlanir um at menna tænastuna á demensøkinum og við tí stuðla uppundir heildarætlanina um eitt demensvinarligt samfelag. Kristbjørg Toftegaard, demenssamskipari, kemur at greiða frá nýggja dagtilboðnum á Skála, sum ætlandi letur upp í næstum.

Sangur og tónleikur verður eisini á skránni - og verða tey bæði, Niels Midjord og Eilin Hansen, ið koma at framføra.

Kaffimunnur við onkrum góðum verður eisini at fáa.