HEIM
22.09.2015

Almennir fyrilestrar Í Løkshøll

Aftur í ár skipar Granskingarráðið fyri Vísindavøku. Í ár hava tey valt at fara undir eitt nýtt átak: Vísindavøkan á ferð - bílegg ein granskara! Stovnar, fyritøkur, skúlar og onnur kunnu bíleggja ein granskara at halda fyrilestur uttan kostnað.
 
Barnagarðurin á Mýrunum skipar í hesum sambandi fyri tveimum fyrilestrum í Løkshøll.
 
Týskvøldið 22. september frá kl. 19 til 20 
Sálarløstur hjá føroyskum skúlabørnum - Kunnu vit gera nakað sum linnar og stuðlar? 
Tóra Petersen, Landssjúkrahúsið
 
Hóskvøldið 24. september frá kl. 19 til 20
Náttúruarvur - hvørja náttúru lata vit eftirkomarum okkara? 
Lis Mortensen, Jarðfeingi
 
Tiltøkini eru ókeypis.