HEIM
26.08.2010

Almenn móttøka á nýggju barnagørðunum leygardagin 28. august

Í samband við at nýggju barnagarðarnir á Skála og í Søldarfirði eru tiknir í brúk, verður høvi hjá almenninginum at síggja barnagarðarnir leygardagin 28 august.
Almenn móttøka verður í Søldarfirði frá kl. 13 – 15 og á Skála frá kl. 15.00 - 17.00

Navnakapping hevur verið og vóru nøvnini Sellin og Sóljuhjarta kosin vinnarar av navnakappingini.

Á Skála eitur tað nú: Barnahúsið Sellin
og í Søldarfirði: Náttúrubarnagarðurin Sóljuhjarta

Tað er Tórbjørn Jacobsen sum átti uppskotið Sellin og Kára Løkin sum átti uppskotið Sóljuhjarta

Øll eru vælkomin at støkka inn á gólvið í barnagørðunum leygardagin