HEIM
21.10.2016

Almannaverkið flutt í nýggj høli á Heiðavegi

Røðan og heilsanin frá Runavíkar kommunu til Almannaverkið.

Sum lundi á jólanátt

tórbjørn jacobsen

Tað er ikki gerandiskostur, at almennir stovnar lata skrivstovur upp í Eysturoy. Økið, vit nú eru stødd í, er somikið ungt sum býur í Føroyum, at almennar tænastur, sum finnast í Klakksvík, á Tvøroyri og serstakliga í Tórshavn, ongantíð funnu slóðina hendanvegin. Vøksturin hevur harvið ikki staðið á almennum beinum, men á persónligari uppdrift og vinnumøguleikunum, sum eru so sjálvsagdir, serliga í mun til havið, á hesum sjáldsama góða fjørði.

Peningaumskipan – umfordeiling – er ikki bara eitt fyribrigdi í hinum sosiala elevatorinum, hon kann eisini vera eitt geografiskt fyribrigdi, har peningur verður slúsaður úr trivaligum vinnuøkjum inn í almenna geiran, sum í flestu førum fyri tað nógva reiðrast í høvuðsborgum, eisini í okkara føri. Og í dag kunnu vit bara staðfesta, at á leið 80% av útflutningi landsins verður framleiddur í økinum eystanfyri Sundalagið, og í seinastuni av fyritøkum aðrar staðir í landinum, sum eru í ogn hjá feløgum í eystara partinum av landinum. Samstundis kunnu vit staðfesta, at ongin exportfyritøka er til í høvuðsstaðnum longur. Soleiðis koma og fara javnvágirnar í samfelagnum frá tíð til aðra.

Peningaumskipan er gandalykilin í tí slagi av vælferðarskipan, sum vit ynskja á okkara leiðum, og sum er vorðin politiska kreddan í Norðurlondum, og eftirhondini hava flestu politisku flokkar, høgru- og vinstrumegin, sætta seg við, at tað sterkasta samfelagið er har sum javnin er mestur, ella so umfatandi sum til ber, uttan at samfelags- og vinnumekanismurnar annars verða forðaðar í at virka í friði og náðum samsvarandi teimum ásetingum, ið settar verða.

Almannaráðið, Almannaverkið og kommunurnar virka sum transformarar í vælferðarsamfelagnum. Flyta skattakrónurnar kring um í skipanini, fyri at fáa sosialu lyftuna longur upp, og fyri at ongin skal detta niður ímillum meskarnar í samfelagsglúpinum. Hesi seinastu nógvu árini eru hesir spennbroytlar vorðnir alt heitari og kostnaðarmeiri. Um tað eru reellar fyri- og umsitingarligar metingar ella politiskt ryggleysir reyðmaðkar, sum eru orsøkin til ein stúttan og støðugan vøkstur á hesum økinum, er ikki gott at vita, men tey sum varða av samfelagsbúskapinum mega allatíðina hava sær fyri eyga, at javnvágirnar ikki støkka skeiva vegin. Tað er okkurt mark fyri, hvat samfelagið tolir av umskipan, tí tað er nú einaferð soleiðis, at ein og hvør brúkt króna einaferð frammanundan tí hevur verið ein forvunnin króna. Multiplikatorkvotienturin er ymiskur frá skipan til skipan, men ein króna er framvegis ein króna, brúkt ella forvunnin. Tú kanst javna eitt samfelag sterkari, men skilir man ikki hvar toleransan í javnvágunum gongur, so ber tað heilt væl til at javna eitt samfelag út av ørvarendanum og heimskortinum, somikið er roynt áður, enntá í Europu.

Tað var fyrrverandi danski forsætisráðharrin Anker Jørgensen, sáli, sum einaferð segði - hetta var í sambandi við, at ein nýggjur sosialur stovnur byrjaði sítt virksemi - at ein átti at hugsa seg um túsund ferðir áðrenn slíkt hendi, at nýggir stovnar komu í stropa, tí onki var vísari enn tað, at niðurlaðaður bleiv hann ongantíð aftur, líkamikið um brúk var fyri honum ella ikki. Hetta fer ofta at snúgva seg um vunnin rættindi, sum hildið verður fast um, hóast tað kann koma fyri, at onki rationale er í aktuellu støðutakanini. Besta og mest groteska dømi um gøllhaldanina av vunnum rættindum, er frá prentarunum í Stóra Bretlandi. Stríðsárini fingu teir inn í sáttmálan, at lønt vakt skuldi vera á tekjunum á prentsmiðjunum allan sólarringin, allar dagar í árinum, soleiðis, at hesar kundu boða kammirátunum niðari í bygninginum frá týskum bumbuálopum, táið tey komu. Bretar og teirra sameindu gjørdu enda á nazistunum í 1945, men vaktirnar á prentsmiðjutekjunum stóðu framvegis á varðhaldi og bíðaðu eftir bumbum frá blitz-krígnum hjá týskinum heilt fram í áttatiárini - 40 ár seinri. Hetta snúði seg eisini um vunnin rættindi, at halda krampagtiga fast um tey, men tað kann eisini enda sum hjá dinosaurinum sum smokkaði í mýrulendinum. Í dag sita ongir vaktarmenn á mønunum í London, og har eru heldur ongir prentarar, teir vórðu yvirhálaðir av tíðini og tøkniligu framtøkuni á egnum mótum.

Sosialmál mundu ikki fylla nógv í sferuni hjá eitt nú Runavíkar kommunu fyri einari fjerðingsøld síðani, men ídag er øðrvísi. 34,1% av rakstrinum fer til sosiala sektorin í økinum, og íløgur verða framdar, táið tørvur er á tí. Sitandi landsstýrið tykist hava stóran ampa av kommunalum íløgum, ætlar at avmarka kommunurnar í virkisførinum hesum viðvíkjandi, men tað er mær ein óskiljandi gáta. Í mínari verð eigur mesta fokusið at verða sett á raksturin, bæði hjá landi og kommunum, bara djúpar kreppur og bonskir kreditorar hava higartil skarvað raksturin niðuraftur, tí má fyrsta boð í øllum politiskum virksemi, sum hevur við nýtsluna av skattakrónunum at gera, at snúgva seg um at tálma vøksturin í rakstrinum mest møguligt. Íløgur, sum ikki eru rakstrarfremjandi, verða aldri trupulleikin. At byggja eina havn t.d. gevur inntøkur, og kann bara vera ein fyrimunur fyri eina kommunu.

Saman við vøkstrinum í peningameinginum er eisini hugburðurin broyttur. Klassiski tankin, um at klára seg sjálvan, er dvínandi í allari hesi almennu- og kommunalu peningarúgvuni í okkara tíð. Í dag er ein stórur partur av fólkinum størri og minni klientar hjá Almannaverkinum og teimum sosialu stovnunum hjá kommununum. Nógv er broytt bara í mínari tíð á hesum økinum. Minnist táið teir eldru illveðursdagar umrøddu mál av hesum slagnum uttanfyri skivuna í handlinum hjá abba mínum á Langanesi, - har varð hildið lítið um hendan peningatrafikkin, sum í onkrum føri var farin at síggjast aftur í lokalsamfelagnum. Nú er hinvegin støðugur trongsil við tær sosialu skivurnar. Um hesa somu tíðina – nakað seinri kanska - minnist eg, at ein eldri skyldmaður mín, sum hevði fingið eitt strik, ikki longur átti megina í sær, at ganga trappurnar uppá loftið, har nátthúsið var. Hann fekk umskipað egnu sethús síni soleiðis, at hann svav á miðhæddini, og so fekk hann eitt nátthús innstallerað á miðuni eisini. Fýrurin var staddur onkustaðni ímillum 70 og 80. Brádliga ein dagin kemur ein delegatión frá Almannaverkinum í Havn á vitjan, ørindini vóru at kunna skyldmannin um møguleikan fyri at fáa stuðul til umbyggingina, serliga til nýggja nátthúsið. Stuðulsmøguleikar upp í leypar vórðu serveraðir fyri honum, har hann lá á divanuni, men í eini kvirrari løtu mannaði hann seg upp, og tá læt í honum: "Nú havi eg gjørt alt hetta burtur av mær umborð á skipum og í egna kummu øll hesi árini, nú fari eg ikki, tað sum eftir er av lívinum, at gera hetta burturav mær í eina almenna bukku." Soleiðis(!), hesin skilamaðurin og skyldmaðurin hevði skilt, at tað eru tey sum hava tørvin, ið hond skal takast um. Tey, sum frammanundan liva á lívsins sólsíðu, hava miðlarnar í ogn, hava onki at gera niðri í hesum kassanum. Vælferðarsamfelagið heldur ikki fyri trýstinum, um generellar skipanir, við ongari sortering, eru galdandi, við einum opnum kassa, har hvør Hanus og Janus hevur frælsa atgongd - líkamikið hvussu trivalig mappan í reyvalummanum annars er.

Nú stendur kommunuval fyri hond. Kommunalu eindirnar eru vaksnar í vavi, serliga nú, síðani eldraøkið varð lagt út frá landinum. Onkursvegna hevur hetta sett eld í løgtingspolitikarar, sum um tað ganska land standa og vappa á tærnum fyri at sleppa inn í bý- og bygdaráð at sita. Politikkurin og umsitingin verður alt meiri flutt frá landsgeiranum út til kommunurnar at reka, og í einum donskum heimsstýri, við ongum veruligum statsfunktiónum at taka sær av í parlamentinum, fer soðið at gerast tunnligt suðuri á Vaglinum higani og frameftir. Tað fer kortini helst ikki at forða fyri, at samstarvið ímillum hesi bæði politisku høpini framhaldandi verður gott, hóast ábyrgdarøkini flyta ímillum.

Byrjaði við at siga, at tað er ikki gerandiskostur, at almennir stovnar lata skrivstovur upp í Eysturoy. Tað er sum at síggja lunda á jólanátt. Í hesum førinum er tað ein stovnur, sum flytir seg nakrar metrar fram við høvuðsvegnum í býnum. Runavíkar kommuna ynskir Almannaverkinum hjartaliga til lukku við nýleigaðu hølunum her á Heiðavegi, og ynskir nýggja grannanum blíðan byr í ókomnum døgum. Tað sum sagt er í dag, skal als ikki skiljast sum ein atfinning, men eg sakni veruliga, at man í almenna orðakiftinum í Føroyum torir at seta spurningar við nógv av tí sum fyriferst í almenna geiranum, og at kjakast verður um hvussu vit fáa sum mest fyri fæið, vit øll gjalda til hin solidariska landskassan og hinar samhaldsfastu kommunukassarnar. Almannaverkið er ein stórur og alneyðugur sosialur motorur í samfelagnum, var Verkið ikki, skræðnaði samfelagið av um tvøran, men tað kann eisini fara at henda, um javnvágirnar – har bara veruligur tørvur verður nøktaður - ikki verða røktar stútt og støðugt. Tað eru politikarar landsins, í lands- og kommunugeira, við góðari hjálp frá fyrisitingarsegmentinum, sum einsamallir hava ábyrgdina av at halda samfelagið í góðum standi, og tað gerst ikki við almennum gávubúðum, men við eftiransni og skilagóðari røkt av peningi borgaranna.

Takk fyri høvið eg fekk, at siga nøkur orð hesa løtuna.