HEIM
30.07.2013

Allir borgarar í Runavíkar kommunu fáa eisini part í grindini úr Fuglafirði.

Grindin, sum kommunan hevur fingið úr Fuglafirði, verður latin øllum húsarhaldum í Runavíkar kommununi. Skorðið verður upp í kvøld kl. 18 á hesum støðum:

Æðuvík

Rituvík

Saltangará (fyri bygdirnar: Runavík, Saltangará og Glyvrar)

Lamba (fyri bygdirnar Lamba og Lambareiði)

Søldarfjørð (fyri bygdirnar: Søldarfjørð og Skipanes)

Skála (fyri bygdirnar: Skála og Skálafjørð)

Funningsfirði (fyri bygdirnar Funningsfjørð og Elduvík)

Funning

Oyndarfirði

Heitt verður á fólk um at møta fjølment at skera upp.

Lýst verður nærri í útvarpinum nær partanir kunnu heintast.

Eisini ber til at hyggja á heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu: www.runavik.fo

Runavíkar kommuna