HEIM
31.08.2016

Albatros vitjar aftur 6. septembur

Seinna vitjanin av MS Albatros verður týsdagin 6. septembur.

Skipið vitjaði í dýrdarveðrið í mai í ár, og kemur nú aftur ein túr framvið hjá okkum.

Við umborð eru gott 800 ferðafólk og ein manning, ið telur um 300.

Skipið liggur við kai frá kl. 7.00 - 13.00.

Í sambandi við at skipið vitjar, verður mentanartiltak uttanfyri Kunningarstovuna frá kl. 10.30 til 12.00.