HEIM
07.12.2014

Áhugaverd bókaframløgu á Bókasavninum við Løkin 4. desember

Oljan í Runavík

Eftir at føroyskir politikarar í áratíggju høvdu tosað um og stríðst fyri, at føroyskir myndugleikar fingu ræðisrættin yvir tí, sum kundi goyma seg í havsins djúpu námum, hendi tað brádliga, beint fyri jól í 1992, at ein av teimum heilt tungu dreingjunum í føroyskum politikki, Atli P. Dam, táverandi løgmaður, og stjórnarleiðari Danmarkar, Poul Schlúter, skrivaðu undir eina sátt í Tinganesi, um at flyta ræðisrættin yvir møguligum kolvetni á Føroya-leiðunum úr Keypmannahavn til Tórshavnar. Hetta hendi eftir at kravið var sett fram í áravís, og eftir intensar tingingar í tíðini fram ímóti yvirtøkuni.

Ein av teimum, sum hevur fylgt gongdina frá degi eitt, er Jan Múller, journalistur. Hann hevur øll hesi árini, og fyri tað, runnið í halaferðini á hvørji einastu søgu, sum bara luktaði av olju ella gassi. Annar maður, sum var í journalistisku skýferðini, tá ræðisrætturin varð fluttur, er Tróndur Djurhuus, journalistur, sum hesi seinastu árini hevur tykist við mangt annað, og í eina tíð hevur búleikast í Spania saman við familjuni. Hesir báðir kenna betri enn tey flestu søgugongdina í hesum máli, og nú hava teir báðir allierað seg í hesum prosjektinum, at dokumentera hesa fyrstu fjórðingsøldini á kolvetnismótinum í øllum hennara fasettum. Verkliga, politiskt, mentanarliga o.s.fr.

Í kvøld løgdu teir bókina fram á Bókasavninum við Løkin. Svend Højgaard hevði vælviljaður hýst teimum á nýggja bókasavninum í oljumetropolinum, og Jan legði fyri. Hann tosaði um hvussu hendan fascinatiónin um evnið hevði tikið í hann heilt frá ungum av. Hann vaks upp úti á Landavegnum, og ein av teimum, sum ferðaðist í nýggja universitetsumhvørvinum har úti, var jarðfrøðilegendan Jóannes Rasmussen, Mús róptur. Hann var ikki hvør sum helst, og tá hann hevði hug at trilka vindin, og regnið oysti niður yvir smádreingirnar í grannalagnum, plagdi Jóannes at bjóða teimum inn í Neystið, og har leiddi hann teir inn í hendan fyri tey flestu ókenda heimin. Sum blaðstjóri á Sosialinum og nú stjórnari av Oljuportalinum, hevur Jan áhaldandi sitið á fyrstu parkett, og ongin í Føroyum er betri skikkaður at dokumentera hesa søguna enn hann. Tróndur er ímillum teir alra bestu jornalistarnar Føroyar hava átt, tí var hetta ein skilagóð samanrenning, at teir báðir kastaðu pjøkarnar saman, nú søgan skuldi skrivast. Tróndur hevði eina ómetaliga góða og greiða framløgu um gongdina á søgunnar slóð, og harvið um tað sum skrivað er um í bókini.

Í grundini er hetta ein trivaligur partur av føroyskari vinnusøgu hesi seinastu 25 árini, og bara við at blaða ígjøgnum hesar gott og væl 5 hundrað síðurnar, spekkaðar við frálíkum myndum og hópin av tekningum, serliga eftir keiputeknaran ÓlaP., ber til at siga, at hetta er ein bók, sum allir føroyingar eiga at ogna sær og lesa. Nógv av vinnusøgu føroyinga er kámað burtur, alt ov lítið er skrivað og dokumenterað, í hesum førinum varð tó ørðvísi, hepni var við okkum, at vit áttu tveir so eldhugaðar menn, sum í røttum tíma settu seg niður at siga søguna, sum onkursvegna heldur fram, hóast vit ikki enn hava funnið kolvetni í rakstrarverdugum nøgdum á Føroya-leiðunum.

Frágreiðing frá portofrunavik.fo