HEIM
06.08.2013

Aftursvar til Niels Midjord

Midjord, Midjord,

- tú gert tær ónáðir og stríð av mongum

Fuglfirðingurin Niels Midjord, sum ikki er fremmandur um okkara leiðir, á Glyvrum, hugleiðir í Dimmalætting hóskvøldið í vikuni sum fór, um ymisk viðurskifti Skálafjørðinum og serstakliga Runavíkar kommunu viðvíkjandi.

Ítøkiliga orsøkin til at hann er farin í blekkhúsið er stóra útbyggingin, sum laksavirkið Bakkafrost hevur ætlanir um at fara undir á Bakka á Glyvrum í tíðini sum kemur. Hann byrjar greinina við at taka aftur í aftur tað, sum E. Mercedis Gunnleygsdóttir hevur sagt í postsovjetiskum vinnuherðindum, og sum hon nú ætlar at fremja umvegis sín fólkavalda tingsess. Í stuttum hevur hon ítøkiligar ætlanir um at skerja vinnufrælsið í Føroyum. Støðan hjá vinnumálaráðharranum, Jóhan Dahl, er hin øvuta, men kortini sigur Midjord, at hann skilir bæði sjónarmiðini, og at bæði helst hava grein í sínum máli(?).

Niels Midjord tekur serliga tvey mál upp í greinini. Vistskipanina í Skálafjørðinum og vatnspurningin hjá Runavíkar kommunu. Tónin í báðum førum ber boð um, at hann ikki heldur, at fleiri vinnuútbyggingar kunnu gerast um okkara leiðir, fjørðurin tolir tað ikki, og kommunan er í vatntroti, vit skuldu harvið sambært Nielsi verið komin at øllum mørkum, hvat menning og vøkstri viðvíkir á ídnaðarliga økinum. Ein trupul støða, táið at kalla alt lív á landi kring fjørðin er komið av fjørðinum - úr fjøruni og niðaneftir. Tað hava ikki verið almennir stovnar, sum hava hjúklað um menningina higartil, tí fegnast vit ovurmikið, hvørja ferð tað eydnast vinnuni at vaksa um tørvin á arbeiðsmegi, og at vaksa í sær sjálvari, sum í hesum førinum á Glyvrum.

Greiningin av Skálafjørðinum er á mangan hátt røtt í greinini, fjørðurin er langur, gátt er fyri fjarðarmunnan og orsakað av amfidromisku streymviðurskiftunum við Føroyar er ongin sjóvarfalsstreymur á fjørðinum. Hann kundi eisini nevnt, at fjørðurin er vardur fyri øllum ættum. Júst hesar orsøkirnar eru allar fjarðarinnar unikka potentiali. Hetta sá Tróndur í Gøtu fyri túsund árum síðani, bretar fyri nærum trýfjerðingsøld síðani og nógv onnur fyri tað og síðani, og hesi verða fleiri í tíðini sum liggur fyri fótum okkara í hini ókendu framtíð. Niels er kortini bangin um vistfrøðina, nú alirisin á Bakka so skynsamiliga fer undir at miðsavna og rationalisera sítt virksemi. Kommunan hevur sum so onki við tað at gera, vit medvirka bara í karmaprosessini, men ein fyritøka, sum kappast dag og dagliga á heimsmarknaðinum við matvørum, má til eina og hvørja tíð liggja í broddi fylkingar, á takinum, serliga mótvegis kappingarneytunum uttanfyri landoddarnar, og eg havi varhugan av, at leiðslan á Glyvrum hevur skilt hetta og handlar so vísiliga út frá treytum, sum í altjóða handli støðugt flyta seg eftir eini optimerandi rás.

Niels fabulerar um eitt mikið vaksandi útlát eftir útbyggingina, sum fer at gera tað, at vistskipanin í fjørðinum ikki hórar undan. Nú eri eg hvørki lív- ella vistfrøðingur, men kortini átti hann, sum setir fram slíkar hypotesir, at komið við nágreiniligum tølum og virðum sum pógva uppáhaldið. Dómadagsprofeti´ina. Annars er alt bara vátt krút. Eitt virki, sum framleiðir heimsins bestu matvøru, sum er skrásett í keypsskálanum, og sum illa fær yvirlivað uttan ein grønan profil, byggir sjálvsagt eftir teimum treytum, sum finnast í myndugleikakrøvunum og helst omanfyri tað. Fyri sínar egnu sakir eisini, og Niels eigur als ikki at missa náttarsvøvnin av hesum. Tøknin hevur fyri langari tíð síðani loftað avleiddum viðurskiftum sum hesum.

Síðani bekymrar Niels seg um vatnviðurskiftini í Runavíkar kommunu. Hann rør framundir at vit, longu sum er, nóg illa megna at veita vatn til borgararnar og virkini í kommununi, hvør skal siga, hetta nýggja virkið á Bakka og aðrar møguligar útbyggingar koma at liggja í vatntroti. Man skuldi næstan hildið, at maðurin var sendur í býin fyri at blackmaila Runavíkar kommunu. Okkurt er, ið drívur hann. Veruleikin er kortini, at støðan er góð viðvíkjandi vatni um okkara leiðir, stóru virkini, sum sjálvsagt eru sannir vatnslúkar, hava ikki mist ein arbeiðstíma orsakað av vatntroti, og húsarhaldini hava heldur ongan trupulleika havt. Kortini hava vit tikið avgerð um at framtíðartryggja Runavíkar kommunu, hvat vatnveiting viðvíkur, og ætlanin er at brúka 35 milliónir krónur til eina ætlan, sum verður ivaleysa munagóð í áratíggju frameftir, eisini til ta menning og tann vøkstur sum fer at koma í vinnu og fólkavøkstri. Farið er undir verkætlanina at veita vatn yvir um fjørðin, av Skála yvir á Glyvrar og haðani niðan í brunnarnar omanfyri bygdina í Saltangará – omanfyri býin. Um eini 2-3 ár skuldi verið komið á mál við hesum átaki, og tí eigur Niels Midjord heldur ikki at missa náttarsvøvnin av hesum til "høvið" uppfunna trupulleika.

Tað er frábært, at onkur dittar sær til at vera við í samfelgsins orðaskifti, kortini hevði tað sømt seg at eftirkannað uppáhaldini bara eitt lítið vet betri, enn Niels Midjord hevur gjørt tað í hesum førinum. Hetta líkist meiri eini kamufleraðari vendetta til fyrimunar fyri onkran annan, enn eitt soburt íkast til kjak um eitt fløvandi vinnuátak á Glyvrum. Vit fegnast um tann góða lutin, at útboðið til arbeiðsmegina er vaksandi í økinum, og tað gera vit eisini, táið tað grør um gangandi fót í Fuglafirði og í Klaksvík.

Tórbjørn Jacobsen,
virkandi borgarstjóri