HEIM
14.09.2017

Ætlaða kommunala jarðarferðin

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri

Politisk mál standa sjáldan leingi í sólini, skuggin fer avstað við teimum, táið tey verða yvirhálað av øðrum meiri dagsaktuellum máli ella málum. Soleiðis er kynið í blaktrandi miðlaverðini. Gitna ætlanin, um at knúlva ræðið yvir fíggjarligu stýringini av kommununum undir landsstjórn og undir veingir Fíggjarmálaráðsins, er eitt av hesum. Nú nakað er fráliðið, síðani málið tók seg upp, og fleiri partar hava gjørt sínar viðmerkingar, er løtan helst komin til at taka samanum.

Alt politiskt samstarv stendur á trúgv og áliti. Eisini samskifti ímillum land og kommunur, men synd er at siga, at føroyskar kommunur hava nakra orsøk til at fyrihalda seg til landsgeiran sum ein álitisvekjandi samstarvspartnara. So hvørt sum tingfólk, samgongur og landsstýrisfólk hesi seinastu nógvu árini hava staðfest, at tey ikki megna at stjórna týðandi samfelagsligum geirum, hava tey grýtt alt frá sær og við lóg smoygt ein geira fyri og annan eftir niður yvir akslarnar á kommununum - og sent tað mesta av rokningini við sama posti. Dømini eru fleiri. Tað seinasta er eldraøkið v.m. Sum dømi kann eg nevna, at fyri Runavíkar kommunu var avleiðingin av hesum, at vit máttu læna slakar 30 milliónir til íløgusíðuna, og at mankoin á rakstrarsíðuni hevur verið 8-9 milliónir krónur árliga síðani útleggingina. Altso, borgarar okkara hava goldið hesa árligu upphædd í rakstarhøpið hjá Roðanum, vælskipaða samtakið, sum grannakommunurnar við Skálafjørðin eru gingnar saman um. Ongin avtala er enn undirskrivað um eldraøki í sambandi við útleggingina frá landi til kommunur, og tað tykist ikki, sum nakar ger nakað við hetta málið í løtuni, heldur ikki Kommunufelagið.

Sum skilst ger Kommunufelagið kortini okkurt. Á stýrisfundi í felagnum fyri kortum legði leiðslan eitt samráðingarúrslit á borðið um ymisk viðurskifti, sum hon var vorðin samd við Fíggjarmálaráðið um. Uppskotið hjá Kristinu Háfoss og Dennisi Holm fekk ikki eitt bein at ganga á, tað bleiv knúlvað niður og norður, og har, í residensinum framvið R.C. Effersøsgøtu, ætlaði ongin borgarstjóri at lata eina flís burturav kommunala sjálvræðinum, sum borgarstjórar og bý- og bygdaráð hóast alt hava bart seg fram til ígjøgnum mong Harrans ár. Sama kvøldið visti Útvarpið at siga, at tolið hjá landsstýriskvinnuni var uppi, hon orkaði ikki balstýrnu borgarstjórarnar longur, og nú ætlaði hon sær í tingið við málinum. Nú skuldu kommunurnar við lóg knúlvast inn undir ræði Fíggjarmálaráðsins. Skorturin á væl kenda centralistiska hugburðinum hjá DJØF- og Excel-monnunum í embætisverkinum sást nú aftur í sólarglæmuni. Kom at hugsa um eina hending fyrst í hesari øldini. Var limur í fíggjarnevnd løgtingsins fyri 15 árum síðani, tað var Kristina Háfoss eisini, og tá høvdu centralistarnir í Kvíggjartúni lokkað Karsten Hansen til at syfta Realin inn um stokkin í teirra egna geira. Ein sera væl virkandi fíggjarstovnur í fiskivinnuhøpi. Vit fingu kempuna Atla P. Dam, táverandi dagliga leiðaran, at koma á fund fyri at greiða okkum frá, hvør avleiðingin kundi verða av hesum. Hesin vitborni maðurin sannførdi okkum um, at hetta var ein sera vánalig loysn, m.a. tí gingu vit ímóti ætlanini hjá Fíggjarmálaráðnum ta ferðina, og tað er við takksemi, at eg minnist aftur á ta avgerðina.

Kristina Háfoss sigur í somu samrøðu, at hon hevur brúkt tíð og orku tað seinasta árið, saman við Kommunufelagnum, at fáa lagt lands- og kommunugeiran saman í fíggjarkørmunum hjá landinum. Fram til nýggjárs hendi mær vitandi onki í hesum málinum, tá var eg saman við Heðini Mortensen leiðslan í Kommunufelagnum, tí man startskotið vera farið á nýggjárinum, tá nýggj leiðsla tók yvir í felagnum.

Tað var ein nipin samkoma, sum var samankomin í gula kommunuskansanum í R.C. Effersøsgøtu hendan dagin. Eggið hjá FMR og KF hevði umsíðir ligið nóg leingi í reiðrinum, nú brast fyri nevi, og skelkurin var øgiligur, táið 8 mánaða gamla samráðingarúrslitið varð lagt fyri Stýrið at kíka. Tað sást skjótt, hvør ið hevði sitið við dirigentstokkinum, tí hetta kundi undir ongum umstøðum vera eitt samráðingarúrslit, hetta var eitt klokkuklárt diktat frá Kristinu Háfoss og hennara DJØF- og Excel-monnum. Kommunufelagið átti ikki eina flís í úrslitinum, tað vóni eg undir øllum umstøðum ikki. Uppskotið bleiv feiað av borðinum.

Substansurin í uppskotinum var annars, at nøkur viðurskifti skuldu regulerast í sambandi við flytingina av eldraøkinum frá landi til kommunur. Tað gjørdist kortini skjótt greitt, at einasta veruliga ætlanin við uppskotinum var at taka stýringina av kommunubúskapinum inn í landsgeiran, og tað var eisini fyrsta punktið í uppskotinum. Tí sum tað stendur: Semja er tí um, at 5-ára játtanarkarmar, ið árliga verða samtyktir, skulu fevna um yvirskipaðan rakstrarvøkstur og yvirskipaðan íløgukarm fyri land og kommunur. Hetta varð ætlað at byrja 1. januar 2018. Ein felagsbólkur skuldi setast at skipa hetta, og í hesum bólkinum skuldi FMR eiga formann og skrivara. Tað sigur ikki so lítið um javnvágina, og at lagghalli bismarin allur lá í FMR høpinum.

Annað punktið snúði seg um tillaging av kommunala skuldarmarkinum. Ætlandi skal skuldarmarkið flytast frá 23 til 28%. Hetta man vera hitt mest komiska samráðingarúrslitið menn vita um. Afturfyri at kommunurnar fingu eina fóðurtunga gávu frá landinum, skulu tær sleppa at læna seg um rygg, fyri at nøkta vaksandi tørvin á eldraøkinum. Sum við øllum øðrum lutum landið hevur sneitt niður um akslarnar á kommununum, riggar eldraøkið væl betri í dag enn nakrantíð, og tað verður uppaftur betri, bara tí at kommunurnar altíð kenna veruliga ábyrgd fyri tí, sum tær fáast við á øllum mótum. Eitt annað mál var, at skil mátti fáast á fíggjarleistinum á eldraøkinum fyri tær smærru kommunurnar. Áðrenn hetta valskeiðið byrjaði snúði tað seg um at fáa skil á øllum fíggjarleistinum, fyri allar kommunurnar, men tað tykist Kommunufelagið at hava slept, hóast skilið er ringt, og ongin javnvág er í fíggjarliga høpinum sum hongur uppi við útleggingini av eldraøkinum, sí omanfyri nevnda dømi við Runavíkar kommunu.

Meðan peningurin í hesum døgum fossar út úr landskassanum og almenna umsitingin bólgnar meiri enn nakrantíð, ongar staðir verri enn í sjálvum Fíggjarmálaráðnum, situr ráðharrin og høsnast og pilkast við at taka fíggjarliga ræðið frá kommununum. Hon hevur uppaftur í saman hesar dagarnar júkað, at tá ið Dennis ikki kundi brúkast sum kúbein, so fer hon at brúka løgtingið sum kúbein, fyri at veingjaskerja kommunala geiran. Hvussu hetta fer at eydnast, er ilt at vita, men longu nú hava fleiri samgongumenn sagt alment frá, at teir ikki stuðla landsstýriskvinnuni. Tí kann tað vera, at hesin gamli kongstankin hjá DJØF- og Excel- monnunum, og fleiri fíggjarmálaráðharrum hesi seinastu árini, fær neyðuga vambakastið soleiðis, at uppskotið fer svavað støkkandi út um løgtingsgrindina, táið tingmenn hava tikið røttu avgerðina og foykt tað burtur av tingborði.

Skipanin í dag er ivaleysa góð. Ongin kann seta seg í størri skuld enn tað sum svarar til eina álíkning við 23% í skatti. Hetta er ein vælvirkandi skipan, og alra flestu kommunur liggja langt niðanfyri hetta markið, ja, fleiri eru um at gerast skuldafríar av góðu gongdini hesi seinastu árini (m.a. hevur Runavíkar kommuna ikki lænt eina krónu síðani vit noyddust at taka lán, um ársskiftið 14/15, fyri at fáa eldragávuna frá landinum at liggja rætt í okkara føri.) Heldur Fíggjarmálaráðið fast um hesa skipanina, so koppa kommunurnar ongum búskapi. Og tað skal haldast fast, rimmarfast. Sniðfundigur soppavøkstur við diverse feløgum, ið liggja sum snældur kring um kommunalar fíggjarætlanir, eiga á ongan hátt at fáa lívið lagað. Í so máta hevur FMR sýnt veruliga styrki, eitt dømi er Bylgjan her í kommununi. Ætlanin var, at eitt ítróttarfelag skuldi fremja verkið, og at kommunan síðani skuldi gera eitt leigumál yvir nógv ár soleiðis, at hetta í grundini var fæið sum kom at gjalda fyri bygningin. Hetta gekk ikki, tí kommunan fekk at vita, at varð hetta leisturin, so bleiv kostnaðurin av fimleikarhøllini og umbygdu ítróttarhøllini lagdur omaná skuldina hjá Runavíkar kommunu, hóast ognarskapurin lá í øðrum regi. Hetta var bæði gott og rætt, og júst eitt tak sum hetta virkar disciplinerandi í høpinum innanvert hina einu loyvdu álíkningina sum skuldarmark.

Taka vit Eysturoynna sum dømi, so verður ongin almenn íløga gjørd í oynni. Onkur fer helst at hugsa um Tangafjarðartunnilin, sum ikki er annað enn eitt taxametur, har eysturoyingar og norðoyingar fyri tað mesta koma at gjalda, ikki bara fyri hendan tunnilin, men eisini fyri Sandoyartunnilin. Tað vera bara privatar og kommunalar íløgur framdar í hesum økinum, og tann dagin vit missa takið, og lata okkum knúlva inn í landsins fíggjarkarmar, sæst ikki í halaferðina á nakrari íløgu aftur. Løgtingið er farið at líkjast alt meiri einum hopleysum sandkassa, har hálv- og heilstuderaðir yuppi´arar sita og syfta peningin hjá landsins borgarum higar og hagar í høvuðsstaðnum. Sjá bara eykajáttanin, sum í dag er til viðgerðar á tingi. So at siga hvør króna fer til mistøk framd í Tórshavn, og tað var ikki so frægt, at Sirið Stenberg kundi finna nakrar fáar krónur til hin 4. kommunulæknan í Skálafjarðar læknadømi í hesi somu eykajáttan. Vónandi finna fíggjarnevndarlimirnir hesi handoyruni soleiðis, at læknadømið aftur fæst at virka optimalt.

Samsvarandi hesum kann ein og hvør gita sær til, at eg ikki ætli mær at vera við til ætlaðu kommunalu jarðarferðina, sum Kristina Háfoss hevði í hyggju at skipa fyri, og sum hon hevði fingið leiðsluna í Kommunufelagnum at taka ein hond í við - sum tølaðir djáknar. Takkað verið árvaknum stýrislimum, sum ikki ætla at lata eina flís frá sær av kommunala sjálvræðinum, brast hesin nývorpni ungin lívleysur til jarðar, og vónandi og væntandi kemur ikki egg aftur í hatta reiðrið, somikið av áliti havi eg á einum demokratiskt hugsandi meiriluta á Føroya løgtingi.