HEIM
23.11.2010

Adventskonsert í Fríðrikskirkjuni sunnukvøldið

28. november klokkan 20:00
Kórsangur – musikkskúlanæmingar – tónleikanæmingar í 9. flokki – luciagongd - manssangbólkur

Sunnukvøldið verður ein rættiliga fjølbroytt adventskonsert í Fríðrikskirkjuni við nógvum luttakarum – bæði sangarum og tónleikarum.

Kórið hjá Jóhan, ið telur einar 35 sangarar, plagar hvørt ár at hava eina jólakonsert í Fríðrikskirkjuni. Soleiðis verður eisini hesa ferð. Kórið fer at framføra nakrar sangir og á henda hátt seta dám á fyrsta sunnudagin í advent.
Nú hevur Nes Sóknar Musikkskúli verið virkin í nógv ár, og stuttligt er at kunna stápla eitt musikkskúlaorkestur upp á beinini, sum kemur at spæla tveir sangir saman við kórinum. Í orkestrinum eru einir tjúgu musikkskúlanæmingar – violinir, cello, horn, tvørfloytur og klarinettir.
Umframt hetta fara tónleikanæmingar í 9. flokki í skúlanum við Løkin at spæla og syngja einar tveir-tríggjar sangir.

Manssangbólkur verður eisini at hoyra.

Vælkomin á konsert.