HEIM
20.04.2015

Aðalfundurin hjá Støkk útsettur

Aðalfundur felagsins, sum eftir ætlan skuldi vera týskvøldið 21. apríl, er útsettur til mikukvøldið 29. apríl kl. 20.00. Fundurin verður í Bylgjuni. 

Dagsskráin er hendan:

-Val av fundarstjóra
-Formaðurin greiðir frá virksemi felagsins seinasta árið
-Framløga av roknskapi til góðkenningar
-Val av nevndarlimum og tiltakslimum
-Innkomin mál
-Val av grannskoðara
-Ymiskt

Innkomin mál og uppskot til nevndarlimir skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 4 dagar áðrenn aðalfundin.

www.stokk.fo