HEIM
12.02.2014

Aðalfundur 2013 hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ

Kappróðrarfelagið NSÍ heldur ársaðalfund fyri árið 2013 í róðrarneystinum Niðri á Støð á Glyvrum týskvøldið hin 25. februar kl. 19:30. Øll róðraráhugað eru vælkomin at luttaka og á fundinum ber til at gerast limur í felagnum.

Skrá:

• Val av fundarstjóra.
• Frágreiðing nevndarinnar um farna árið.
• Framløga av roknskapi og góðkenning av fíggjarstøðu.
• Val av nevndarlimum og tiltakslimum.
• Val av grannskoðara.
• Innkomin mál (eitt nú viðtøkubroytingar.)
• Ymiskt